Um meg

Um meg

Fólkið aftan á Ráðgevin

Eg eiti Símun — ráðgevi, sølufólk og heimasíðu-smiður. Eg hjálpi føroyskum fyritøkum at koma ígongd, vaksa og virka betur á netinum.

BA Tourism & Hospitality Business Management MSc Business Enterprise Development 70+ heimasíður mentar

Sum royndir havi eg arbeitt á gott øllum postum í hotelvinnuni, frá tænari til móttøkufólk og hotel-samskipari.

Afturat tí, havi eg arbeitt sum ferðavinnu-samskipari hjá Eiðis Kommunu og hevði, ímillum 2019–2022, ábyrgd á øllum ferðavinnumálum hjá kommununi.

Sum útbúgving, havi eg lisið BA Tourism & Hospitality Business Management á Coventry University og MSc Business Enterprise Development á Aston Business School — báðar millum tær bestu innan evnið í Stóra Bretlandi.

simun@radgevin.com

Eftir at hava byrjað mína egnu tekniska fyritøku, har vit høvdu brúk fyri eini heimasíðu, men ikki høvdu ráð at sleppa okkum av við heilt stórar upphæddir, tók eg eitt stórt stig ímóti heimasíðumenning.

Síðani tá hevur Ráðgevin ment yvir 70 heimasíður — ein góð blanding av kunningarsíðum og nethandlum, innan ymiskar vinnur.

Heimasíðu menning hevur, síðani 2022, av álvara fingið gongd á, og er nú størsti partur av arbeiðinum hjá Ráðgevin.

Verkætlanir

Verkætlanir ið eg havi verið partur av

Sum ein freelancari havi eg verið partur av ein hóp av ymiskum og spennandi verkætlanum, bæði í Føroyum og í útheiminum.

Ráðgeving

Heimasíðu menning

Samskipari

Sølu arbeiði

Ummæli

Hvat kundarnir siga

★★★★★
Vit hjá Búð – Bygging og byggifrøðilig ráðgeving hava havt eina sera góða uppliving við radgevin.fo. Hann gjørdi eina snøgga og góða heimasíðu fyri okkum, og samstarvið var bæði lætt og gott frá byrjan til enda.
Tonny KruseBúð · Bud.fo
★★★★★
Samstarvið hevur verið sera lætt. Símun svarar skjótt og var sera móttakiligur yvir fyri okkara tørvi og ynskjum – og dugdi eisini at koma við hugskotum, tá vit ikki ordiliga vistu sjálvi.
Gunnvá WardumStatera Akupunktur · Statera.fo
★★★★★
Vit eru sera væl nøgd við heimasíðuna hjá okkum, Varmakelda.fo. Vit hava fingið bókingar bæði úr Føroyum og úr øðrum londum gjøgnum síðuna. Tænastan hevur verið góð og skjót, og samskiftið um okkara ynski hevur verið sera lætt. Vit ynsktu okkum eina einfalda og kunnandi heimasíðu heldur enn eina tíðindasíðu, og tað hava vit fingið. Harumframt er síðan løtt hjá okkum sjálvum at halda dagførda.
Bára JoensenVarmakeldugarðurin · Varmakelda.fo
★★★★★
Símun hevur gjørt mína nýggju heimasíðu, sum í dag sera væl lýsir meg og virksemið hjá Javnvág. Hann hevur verið sera fyrikomandi, áhugaður og hevur lurtað – tekniskt ikki so sterk, havi eg altíð føtt meg væl vegleidd.
Marianna Vang SimonsenJavnvág · Javnvag.fo
★★★★★
Vit eru sera nøgdir við tað skjóta, góða og stuðlandi arbeiði við Ráðgevanum. Ráðgevin er altíð tøkur til at vegleiða og roynir altíð at finna góðar, haldførar loysnir.
Meinhard OlsenSaunadypp · Saunadypp.fo
★★★★★
Ráðgevin við Símun hevur hjálpt okkum at gera heimasíðuna og sett í verk online gjaldsskipanina – skjótt, við nógvum góðum samskifti. Vit eru sera glað fyri hetta flotta úrslitið.
Thomas JoensenOvasavnið · Ovasavn.fo
★★★★★
Det rigtige valg! Símun hjalp mig med at få min hjemmeside op og køre. Der var god sparring, og han har været behjælpelig med at finde billeder samt gode priser for hjemmesiden.
Andreas WinklerA. Winkler Sp/f · A-winkler.fo
★★★★★
Vi har fået en hjemmeside der på en god måde viser hvad firmaet kan. Særligt vores galleri side har øget vores salg. Vi får hurtig respons når vi spørger om hjælp. Det er meget vigtigt. Vi er meget tilfredse med det hele.
AndersGlarsmiðjan · Glarsmidjan.fo
★★★★★
Ráðgevin veitti eina góða og skjóta tænastu fyri ein sera kappingarføran kostnað. Heimasíðurnar eru eisini sera lættar at viðlíkahalda, sum er ein stórur fyrimunur.
Dulnevndur

Ynskir tú at koma í gongd?

Skriva ella ring — og fá eitt óbindandi tilboð