Ráðgeving · Søla · Heimasíður
Ein loysn til einhvønn trupulleika
Eg hjálpi føroyskum fyritøkum at koma ígongd, vaksa og virka betur á netinum — frá fyrsta hugskoti til heimasíðu.
70+fyritøkur
2022síðani
Fyritøkur vit hava hjálpt
Tænastur
Frá ráðgeving og sølu, til størri heimasíðu arbeiði
Ráðgeving
Tørvar tær hjálp við einhvørjari verkætlan?
Við bæði royndum og útbúving innan íverkseta og fyritøkumenning, í Føroyum og útlondum, kann eg hjálpa tær við at koma ígongd og við at taka fyritøku tína til næsta stigið.
Søla
Rakar tú ikki sølu-málið, ið tú setti tær?
Við nógvum royndum innan sølu, bæði yvir telefon, teldupost og í persóni, kann eg hjálpa tær at bróta nýgg mál og byggja upp eina automatiseraða sølu gongd.
Heimasíður
Tørvar tær eina nýggja heimasíðu?
Ráðgevin leggur stóran dent á at bjóða góðar og brúkaravinarligar heimasíður til ein góðan prís. Eg menni kunningarsíður, nethandlar og aðrar tekniskar verkætlanir.
Ummæli
Hvat kundarnir siga
★★★★★
Vit hjá Búð – Bygging og byggifrøðilig ráðgeving hava havt eina sera góða uppliving við radgevin.fo. Hann gjørdi eina snøgga og góða heimasíðu fyri okkum, og samstarvið var bæði lætt og gott frá byrjan til enda.
★★★★★
Samstarvið hevur verið sera lætt. Símun svarar skjótt og var sera móttakiligur yvir fyri okkara tørvi og ynskjum – og dugdi eisini at koma við hugskotum, tá vit ikki ordiliga vistu sjálvi.
★★★★★
Vit eru sera væl nøgd við heimasíðuna hjá okkum, Varmakelda.fo. Vit hava fingið bókingar bæði úr Føroyum og úr øðrum londum gjøgnum síðuna. Tænastan hevur verið góð og skjót, og samskiftið um okkara ynski hevur verið sera lætt. Vit ynsktu okkum eina einfalda og kunnandi heimasíðu heldur enn eina tíðindasíðu, og tað hava vit fingið. Harumframt er síðan løtt hjá okkum sjálvum at halda dagførda.
★★★★★
Símun hevur gjørt mína nýggju heimasíðu, sum í dag sera væl lýsir meg og virksemið hjá Javnvág. Hann hevur verið sera fyrikomandi, áhugaður og hevur lurtað – tekniskt ikki so sterk, havi eg altíð føtt meg væl vegleidd.
★★★★★
Vit eru sera nøgdir við tað skjóta, góða og stuðlandi arbeiði við Ráðgevanum. Ráðgevin er altíð tøkur til at vegleiða og roynir altíð at finna góðar, haldførar loysnir.
★★★★★
Ráðgevin við Símun hevur hjálpt okkum at gera heimasíðuna og sett í verk online gjaldsskipanina – skjótt, við nógvum góðum samskifti. Vit eru sera glað fyri hetta flotta úrslitið.
★★★★★
Det rigtige valg! Símun hjalp mig med at få min hjemmeside op og køre. Der var god sparring, og han har været behjælpelig med at finde billeder samt gode priser for hjemmesiden.
★★★★★
Ráðgevin veitti eina góða og skjóta tænastu fyri ein sera kappingarføran kostnað. Heimasíðurnar eru eisini sera lættar at viðlíkahalda, sum er ein stórur fyrimunur.
Ynskir tú at koma í gongd?
Skriva ella ring — og fá eitt óbindandi tilboð
