Black Friday Tilboð

Price range: 5.995 kr. through 6.445 kr.

⏳ Tilboðið endar 1. desember.

Fá eina flotta kunningarsíðu fyri einans 5.995 kr. – írokna hýsing og teldupostadressu fyri fyrsta árið.*

Vilt tú, at vit keypa og umsita økisnavnið fyri teg? (t.d. tinfyritoka.fo) – einans 450 kr. árliga.

* Hýsing er 210 kr. um mánaðin hareftir.

SKU: N/A Category:
Trygg gjalding við Revolut70+ føroyskar fyritøkurVit seta okkum í samband eftir keypið

Hvat fært tú?

Alt tað, tín fyritøka hevur brúk fyri at koma væl fyri seg á netinum.

✓
Ein flott og nútímans kunningarsíða, ið virkar væl á telefon og teldu og inniheldur 5 undirsíður, t.d. Heim, Tænastur, Avrik, Um okkum og Samband.
✓
Hýsing fyrsta árið
✓
Teldupostadressu fyrsta árið (ómarkað tal av adressum upp til 1 GB hvør)
✓
Dagligt backup av heimasíðuni
✓
Upplæring og 2 mánaða hjálparpakki
✓
Automatiskar dagføringar av plugins, WordPress og tema fyri eyka trygd
✓
SEO fyri betri úrslit á netinum
✓
Ein heimasíða, sum ein og hvør uttan tekniska vitan kann viðlíkahalda
+
Valfrítt: vit keypa og umsita økisnavnið fyri teg (+450 kr. árliga)

Eftir keypið setast vit í samband við teg fyri at fáa tilfar og ynskir til síðuna.

Ivast tú í nøkrum, so ert tú sjálvandi vælkomin at ringja meg upp á +298 583286 ella skriva til mín á simun@radgevin.com.

* Hýsing er 210 kr. um mánaðin hareftir.

Fyritøkur vit hava hjálpt

Yvir 70 føroyskar fyritøkur hava valt Ráðgevin

Ummæli

Hvat kundarnir siga

★★★★★
B71 hevði eina sera gamla og stórt sæð óvirkna síðu.

Sum sjálvboðin felagsskapur við ikki nógvari fígging, høvdu vit stríðst við at funnið eina heimasíðuloysn, ið nøktaði tørvin hjá okkum, sá gott út og samstundis var í eini príslegu, ið eitt smærri felag megnaði at gjalda.

Vit fingu samband við Ráðgevan, ið gav okkum fleiri ymiskar møguleikar og fleiri ymiskar príslegur, ið gjørdi tað lættari hjá okkum at velja til og frá og komu fram til eina góða loysn fyri okkum.

Heimasíðan kom skjótt upp at standa og er løtt hjá okkum at umsita. Harafturat hevur ráðgevingin verið skjót og góð, umframt at vit hava kunnað samskift og fingið hjálp av og á, eisini aftaná at uppgávan í grundini var loyst.

Vit í B71 eru sera væl nøgd við heimasíðuna!
B71B71 · B71.fo
★★★★★
Vit í Branding eru sera fegin um okkara nýggju heimasíðu. Vit vildu gjarna hava eina heimasíðu ið ordiliga vísti hvat vit bjóða og hetta hava vit av alvara fingið. Heimasíðan er løtt at viðlíkahalda og Ráðgevin kom við bæði upplæring og sendi okkum vegleiðingar, sum var super.

Vit kunnu við góðum hjarta viðmæla Ráðgevin til einhvønn ið leitar sær eftir einari heimasíðu.
Toymið handan BrandingBranding · Branding.fo
★★★★★
Tá ið eg júst var byrjaður við Smáhús, setti Ráðgevin seg í samband við meg. Hann vísti áhuga fyri mínum arbeiði og var sera fyrikomandi, uttan at vera ágangandi. Sum nýggjur sjálvstøðugur hevði eg nógvar útreiðslur, og ein heimasíða var ikki fremst á raðfestingarlistanum. Men hann hevði givið mær eina so góða fatan av sær, at eg ikki var í iva um, hvønn eg skuldi venda mær til, tá ið tíðin var búgvin.

Eg fekk góða hjálp og vegleiðing allan vegin, bæði við heimasíðuni og teldupostinum. Samstarvið hevur verið sera gott, og úrslitið er júst tað, eg hevði vónað. Eg kann avgjørt viðmæla Ráðgevan!
Hans Karl JacobsenSmáhús · Smahus.fo
★★★★★
Vit hjá Búð – Bygging og byggifrøðilig ráðgeving hava havt eina sera góða uppliving við radgevin.fo. Hann gjørdi eina snøgga og góða heimasíðu fyri okkum, og samstarvið var bæði lætt og gott frá byrjan til enda.
Tonny KruseBúð · Bud.fo
★★★★★
Samstarvið hevur verið sera lætt. Símun svarar skjótt og var sera móttakiligur yvir fyri okkara tørvi og ynskjum – og dugdi eisini at koma við hugskotum, tá vit ikki ordiliga vistu sjálvi.
Gunnvá WardumStatera Akupunktur · Statera.fo
★★★★★
Vit eru sera væl nøgd við heimasíðuna hjá okkum, Varmakelda.fo. Vit hava fingið bókingar bæði úr Føroyum og úr øðrum londum gjøgnum síðuna. Tænastan hevur verið góð og skjót, og samskiftið um okkara ynski hevur verið sera lætt. Vit ynsktu okkum eina einfalda og kunnandi heimasíðu heldur enn eina tíðindasíðu, og tað hava vit fingið. Harumframt er síðan løtt hjá okkum sjálvum at halda dagførda.
Bára JoensenVarmakeldugarðurin · Varmakelda.fo
★★★★★
Símun hevur gjørt mína nýggju heimasíðu, sum í dag sera væl lýsir meg og virksemið hjá Javnvág. Hann hevur verið sera fyrikomandi, áhugaður og hevur lurtað – tekniskt ikki so sterk, havi eg altíð føtt meg væl vegleidd.
Marianna Vang SimonsenJavnvág · Javnvag.fo
★★★★★
Vit eru sera nøgdir við tað skjóta, góða og stuðlandi arbeiði við Ráðgevanum. Ráðgevin er altíð tøkur til at vegleiða og roynir altíð at finna góðar, haldførar loysnir.
Meinhard OlsenSaunadypp · Saunadypp.fo
★★★★★
Ráðgevin við Símun hevur hjálpt okkum at gera heimasíðuna og sett í verk online gjaldsskipanina – skjótt, við nógvum góðum samskifti. Vit eru sera glað fyri hetta flotta úrslitið.
Thomas JoensenOvasavnið · Ovasavn.fo
★★★★★
Det rigtige valg! Símun hjalp mig med at få min hjemmeside op og køre. Der var god sparring, og han har været behjælpelig med at finde billeder samt gode priser for hjemmesiden.
Andreas WinklerA. Winkler Sp/f · A-winkler.fo
★★★★★
Vi har fået en hjemmeside der på en god måde viser hvad firmaet kan. Særligt vores galleri side har øget vores salg. Vi får hurtig respons når vi spørger om hjælp. Det er meget vigtigt. Vi er meget tilfredse med det hele.
AndersGlarsmiðjan · Glarsmidjan.fo
★★★★★
Ráðgevin veitti eina góða og skjóta tænastu fyri ein sera kappingarføran kostnað. Heimasíðurnar eru eisini sera lættar at viðlíkahalda, sum er ein stórur fyrimunur.
Dulnevndur

Klár/ur at fáa tína nýggju heimasíðu?

Black Friday tilboð – bert 5.995 kr. írokna hýsing og teldupost fyrsta árið.

Fá tilboðið ↑