Avrik

Nakrar av heimasíðuni eg havi ment

Og so onkrar verkætlanir eg havi verið partur av

Búmerki

Tiltøk, skelting og aðrar uppgávur
innan ferðavinnuna

Bygdaskelting fyri Eiðis Kommunu
Cultural Carniva - Coventry University
Uppsetan av ferðavinnutilboðum
Skelting
Ferðavinnuskeið og netverkan
Jólafrokost í Látrinum

Hvat kundarnir siga um Ráðgevin

Í januar fekk Statera sína heimasíðu upp at koyra og tað er Símun Jóhan, sum hevur hjálpt okkum við at seta hana upp.

Samarbeiðið hevur verið sera lætt. Símun Jóhan svarar skjótt og er tí lættur at fáa kontakt við.

Undir arbeiðinum at seta síðuna upp, var hann sera móttakiligur yvir fyri okkara tørvi og ynskjum – og eisini dugdi hann at koma við hugskotum, tá ið vit ikki ordiliga vistu sjálvi.

Nú síðani koyrir, er hann eisini tøkur at hjálpa, tá ið okkurt er áfatt.

Stóra takk fyri Símun Jóhan, at tú gjørdi heimasíðuynskið hjá Statera til veruleika 🙂

Tú fær okkara besta viðmæli 🙂

Sí heimasíðuna her: Statera.fo

Símun hevur gjørt mína nýggju heimasíðu www.javnvag.fo, sum skuldi endurnýggjast aftaná 10 ár.

Hetta er hann komin sera væl frá soleiðis, at heimasíðan í dag sera væl lýsir meg og virksemið hjá Javnvág. Áðrenn okkara samstarv hevði eg sæð nakrar heimasíður, sum hann hevði gjørt, sum mær dámdi sera væl.

Símun hevur verið sera fyrikomandi, áhugaður og hevur lurta og er út frá hesum komin við hugskotum, sum vit í felag hava tillaga til eitt úrslit, sum eg eri sera glað og nøgd fyri. 

Tekniskt eri eg ikki so sterk, og her hevur Símun verið sera tolin og vegleiðandi soleiðis, at eg havi følt meg væl í gongdini.

Eg vil tí geva Símun míni bestu viðmæli.

Sí heimasíðuna her: Javnvag.fo

Marianna Vang Simonsen
Javnvag.fo
“Det rigtige valg!

– Símun hjalp mig med at få min hjemmeside op og køre.

Der var god sparring, når der opstod udfordringer med hjemmeside opsætningen og han har været behjælpelig med at finde billeder samt referer til personer som kunne hjælpe med oversættelser. Samt en god pris for hjemmesiden.”

A. Winkler Sp/f 😊

Sí heimasíðuna her: A-winkler.fo
Vit eru sera nøgdir við tað skjóta, góða og stuðlandi arbeiði við Ráðgevanum.

Ráðgevin er altíð tøkur til at vegleiða og roynir altíð at finna góðar, haldførar loysnir

Sí heimasíðuna her: Saunadypp.fo
Meinhard Olsen
Saunadypp.fo