Um meg

Byrjanin.

Sum royndir havi eg arbeitt á gott øllum postum í hotel vinnuni, frá tænari til móttøkufólk og Hotel-samskipari. 

Afturat tí, havi eg arbeitt sum ferðavinnu-samskipari hjá Eiðis Kommunu og hevði, ímillum 2019-2022 ábygd á øllum ferðavinnumálum hjá kommununi.

Sum útbúgving, havi eg lisið BA Tourism & Hospitality Business Managemen á Coventry University og MSc Business Enterprise Development á Aston Business School. 

Nevnast kann at báðar útbúgvingarnar liggja sum millum tær bestu innan evnið í Stóra Bretlandi.

Let's talk.
Heimasíðu menning

Eftir at hava byrja mína egnu teknisku fyritøku, har vit høvdu brúk á heimasíðu, men ikki høvdu ráð at sleppa okkum av við heilt stórar upphæddir, tók eg eitt stórt stig ímóti heimasíðumenning. 

Síðani tá hevur Ráðgevin ment yvir 25 heimasíður.

Hesar heimasíðurnar eru ein góð blanding av kunningarsíðum og nethandlum, innan ymiskar vinnur.

Heimasíðu menning hevur, síðani 2022, av álvara fingið gongd á, og er nú størsti partur av arbeiðinum hjá Ráðgevin

Verkætlanir ið eg havi verið partur av

Sum ein freelancari havi eg verið partur av ein hópin av ymiskum og spennandi verkætlanum, bæði í Føroyum og í útheiminum. Her er talan um fýri bólkar, Ráðgeving, Heimasíðu menning, Samskipari og Sølu arbeiði.

Ráðgeving
Heimasíðu menning
Samskipari
Sølu arbeiði og vegleiðing

Les hvat aðrir kundar hava at siga um Ráðgevin

Í januar fekk Statera sína heimasíðu upp at koyra og tað er Símun Jóhan, sum hevur hjálpt okkum við at seta hana upp.

Samarbeiðið hevur verið sera lætt. Símun Jóhan svarar skjótt og er tí lættur at fáa kontakt við.
Undir arbeiðinum at seta síðuna upp, var hann sera móttakiligur yvir fyri okkara tørvi og ynskjum – og eisini dugdi hann at koma við hugskotum, tá ið vit ikki ordiliga vistu sjálvi.

Nú síðani koyrir, er hann eisini tøkur at hjálpa, tá ið okkurt er áfatt.

Stóra takk fyri Símun Jóhan, at tú gjørdi heimasíðuynskið hjá Statera til veruleika 🙂
Tú fær okkara besta viðmæli 🙂

Gunnvá Wardum | Statera.fo

Símun hevur gjørt mína nýggju heimasíðu www.javnvag.fo, sum skuldi endurnýggjast aftaná 10 ár.

Hetta er hann komin sera væl frá soleiðis, at heimasíðan í dag sera væl lýsir meg og virksemið hjá Javnvág. Áðrenn okkara samstarv hevði eg sæð nakrar heimasíður, sum hann hevði gjørt, sum mær dámdi sera væl.
Símun hevur verið sera fyrikomandi, áhugaður og hevur lurta og er út frá hesum komin við hugskotum, sum vit í felag hava tillaga til eitt úrslit, sum eg eri sera glað og nøgd fyri.

Tekniskt eri eg ikki so sterk, og her hevur Símun verið sera tolin og vegleiðandi soleiðis, at eg havi følt meg væl í gongdini.
Eg vil tí geva Símun míni bestu viðmæli.

Marianna Vang Simonsen | Javnvag.fo
Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit.
Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.
Jessica Loren
Lorem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit.
Ut elit tellus, luctus nec ullamcorper mattis, pulvinar dapibus leo.
Mykel Johnson

Tekna teg upp til tíðindabrævið

Melda teg til tíðindabrævið og ber tann fyrsti ið hoyrur um nýggj tilboð og verkætlanir